Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mamma var bara 16 ára gomul – bert ein ung genta, tá hon bleiv uppá vegin við mær. Hon elskaði meg til sín doyggjandi dag, og lat meg altíð vita tað.

Hon var mild, og hon var avgjørd, so at eg ikki kundi annað enn at elska hana og virða hana.

Mamma og eg tosaðu um næstan alt, og einaferð spurdi eg hana, um hon ikki hevði hugsað um fosturtøku, tá hon bleiv við barn við mær. Hon var jú bara 16 ára gomul, og hetta var í 1966.

Hon segði mær at, jú, ætlanin var at fáa fostrið tikið. Hon kom so langt sum at sita uttan fyri skurðstovuna á Landssjúkrahúsinum og bíða eftir at sleppa inn.

Hon ivaðist stórliga, meðan hon sat har, og tá var tað, at hon sá eina lýsing sum hekk á vegginum. Myndin var av einum barni, og teksturin segði: "Lige så blød som en barnenumse."

Tá fór hon at gráta, og meðan hon sat har og græt fyri seg sjálva, kom læknin. Hann klemmaði hana og segði spyrjandi: "Tú vilt ikki hetta her, væl?" "Nei", segði mamma grátandi. "Skal eg tosa við pápa tín?", spurdi læknin. "Ja", svaraði hon.

Tað var tó ikki abbi, sum trýsti mammu at fara á Landssjúkrahúsið.

Abbi doyði longu, tá eg var bert sjey ára gamal. Hann var ein mildur, fittur og góður abbi, og hann hjúklaði um meg og spilti meg. Eg havi saknað hann so sváran, síðan hann fór foldum frá, enn maður í bestu árum.

Eftir hann havi eg bara góð barnaminnir. Gævi mær vórðu unt fleiri slík. Hann hevði ivaleyst verið góður vegleiðari í mongum lutum, til eg varð vaksin maður. Hann var bert 35 ár, tá hann gjørdist abbi og doyði bert 42 ára gamal.

Í dag eru 57 ár, síðan mamma føddi meg. Hon valdi at lata meg liva, og hon lat meg altíð vita, at hóast hon bert var ein genta, tá eg var føddur, so ynskti hon meg, og hon elskaði meg.

Gunnar Isholm Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo