Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mannatýning ei gloymd og burtur er;
fólkadráp henda verð tíverri enn ber;
Holocaust og Auschwitz er søga, savn og samtíð;
í fram- og tilafturskomnum londum, á bygd og í bý.

Mannatýning víða hevur verið;
tey funnu; og finna sínar næstringar í einhvørjum keri:
Týskland,
Kambodja,
Bosnia Hercegovina,
Ruanda,
Sovjetsamveldið,
Irak,
Afganistan,
Norðurkorea,
Sudan,
Somalia,
Nigeria,
Turkaland,
og nú Ukraina, Ísrael og Palestina
tykist ongan enda at taka;
útgerðin er vápn og oftani ein vanligan spaka.

Mannatýning ymiskan samfelags- og ættarbólk rakar;
mong ættarlið og verðsins fólk tað skakar,
jødar,
muslimar,
kristin,
cham,
kulakkar,
zaghawa,
fur,
masalittar,
tutsiar,
kurdar og
onnur
fólkadrápini merkt hava,
meðan tey halda áfram at grava.

Mannatýning fleiri lond enn verja;
í heilagum navni fólkasløg niðurberja;
valdið má tryggjast fyri einhvønn prís,
sigursfólk metast vera so vís.

27. januar, Løgting minningardag ásett hevur;
upplýsing og mentanarfatan millum ung og eldri tað krevur,
mannatýning skal minkað og síðani hvørva;
er tað ikki júst hetta heimsins fólkasløg tørva?

 Henrik Weihe Joensen
27. januar 2024

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo