Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Manningin á skipinum John Paul de Joria vildi ikki loyva politinum umborð á skipið, tá politiið var hjá skipinum fríggjadagin.

Fríggjadagin 14. juli 2023 vendi Føroya Politi sær til skipið John Paul de Joria. Manningin á skipinum eru limir í felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation. Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttanfyri 12 fjórðinga markið, sum tað hevur fingið forboð at sigla innum. Forboðið hevur Landsstýrið givið skipinum við heimild í lógini um trygd á sjónum. 

Skipið hevur tvær ferðir brotið forboðið við at sigla innum 12 fjórðinga markið. Harumframt hevur manningin ikki givið seg undir innferðareftirlit í samband við, at skipið sigldi inn í føroyskt øki. 

Í fyrsta lagi vil politið – í tann mun tað er gjørligt – tosa við manningina fyri at sleppa undan, at støðan gerst vandamikil, um tað skuldi komið fyri, at forboðið av nýggjum verður brotið. Hetta er vorið alsamt meira aktuelt eftir, at Poul Watson, sum ikki er skipari á skipinum, aftaná at politiið hevði samskift við skipið, hevur upplýst á Facebook, at tey eru sinnað at bróta forboðið av nýggjum. 

Í øðrum lagi skuldi politiið skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Politiið skuldi eisini skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Politiið skuldi harumframt innkalla til ein rættarfund hósdagin í hesi vikuni um viðurskiftini. 

Føroya Politi arbeiðir framhaldandi við málinum, og vil framhaldandi byrja ein dialog við manningina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo