Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Tveir dystir í UEFA Nations League hjá kvinnum eru á skránni í næstum, tá útidystirnir ímóti Montenegro og Aserbadjan verða spældir ávikavist 1. og 5. desembur. Og harvið verður síðsta punktum fyri føroyska fótbóltsárinum 2023 eisini sett.

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins síðstu landsliðsuppgávur.

Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast. Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen ikki tøk hesaferð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.

Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo