Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Havnarmaðurin Marner av Lofti, sum fyrr í ár gav út stak lagið ”Mín yndis Havn” hevur enn einaferð verið í upptøkuhølinum.

Marner greiður frá, at hann hesaferð hevur skriva ein jólasang, ið hevur heiti ”Jól heima í Føroyum”.

Sangurin er eins og ”Mín yndis Havn” upptikin í Danmark og tað er danin Jens Varmløse og hevur staðið fyri upptøkunum umframt, at hann eisini spælir øll ljóførini.

Sølva Skov Magnussen, sum flestu Føroyingar kenna sum Sølva Ford er eisini við á útgávuni. Sølva hevur við síni heitu og djúpu rødd sett ein serligan dám á bakgrundsrøddirnar.

Við sanginum ”Jól heima í Føroyum” ynskir Marner vinum, kenningun og skilfólki eini góð og hugnalig jól.

”Jól heima í Føroyum”
Ord & Lag: Marner av Lofti
Sangur: Marner av Lofti
Framleitt: Jens Varmløse
Øll ljódførid: Jens Varmløse
Kór: Sølva Skov Magnussen, Jens Varmløse og Marner av Lofti
Mastra: Christian Thrane

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo