Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Maskinmeistarafelagið: At Fíggjarmálaráðið beindi samhugaverkføll í Fasta Gerðarrætt at fáa tey dømd ólóglig vegna brot á fráboðanarfreist var tiltikni dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at hann ongantíð hevur havt álit á skipanini.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmestarafelagnum, ivast stórliga í, um Fasti Gerðarrættur hevur nakað nyttuvirði fyri løntakarafeløgini.

Formaðurin leggur dent á, at hann altíð hevur havt hetta ivasemi, og at tað ikki bara er ein illsinnisreaksjón, nú Fasti Gerðarrættur gjørdi úrskurð um, at samhugaverkallið hjá Maskinmeistarafelagnum og øðrum fakfeløgum til frama fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar var ólógligt.

- Eg virði úrskurðin, men at hetta yvirhøvur bleiv eitt mál fyri Fasta Gerðarrætt, hevur bara sannført meg um tað, sum eg helt frammanundan, at hann í fyrsta lagi er eitt hent amboð hjá arbeiðsgevarasíðuni. Tí tað eru næstan bara arbeiðsgevararnir, ið hava nakran fyrimun av at hava eina sovorðna skipan við skjótum og endaligum avgerðum. Teir kunnu til dømis brúka Fasta Gerðarrætt til í snarheit at blokera annars lóglig stríðsstig, sum teir nú hava gjørt, sigur Arnfinn Bech.

- Ikki at limirnir í Fasta Gerðarrætti ikki gera sítt arbeiði til lítar, tí tað haldi eg avgjørt, at teir gera, men henda seinasta viðgerðin er bara eitt skúladømi um, hvussu skipanin kann misnýtast av arbeiðsgevaranum. Heldur enn at virka fyri einari loysn á einari álvarsamari støðu, nevniliga at sjúkrarøktarfrøðingarnir liggja í sáttmálaloysi og hava verið í verkfalli í meira enn ein mánað, so brúkar Fíggjarmálaráðið sítt krút upp á, hvørt ein tíðarfreist er í samsvar við reglurnar ella ikki – og fær Gerðarrættin at hjálpa sær við tí.

- Eitt høvuðsmál við Fasta Gerðarrætti var at fáa skjótar og endaligar niðurstøður í trætuspurningum. Afturfyri henda ivasama fyrimunin, hevur mann sagt allar kærumøguleikar frá sær. Men skal hetta verða leisturin fyri, hvussu skipanin verður brúkt, so haldi eg, at í hvussu er løntakarafeløgini eiga at umhugsa, um tað er skilagott at halda fram við skipanini, sigur hann.

Fasti Gerðarrættur er skipaður í sáttmála millum løntakara- og arbeiðsgevarafeløg, og skal sáttmálin sigast upp, skulu í minsta lagi fimm sáttmálapartar gera tað við seks mánaða freist til ein 1. januar. Tað merkir, at sáttmálin um Fasta Gerðarrætt í fyrsta lagi kann sigast upp til 1. januar 2025.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo