Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

MB hevur sett danan Kristoffer Kvistgaard í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjara hjá felagnum.

Kristoffer er 29 ár og hevur UEFA A venjaraprógv umframt aðrar viðkomandi útbúgvingar. Hann hevur eisini 12 ára royndir sum venjari, og hevur hann hesa tíðina vant børn, ung, menn og kvinnur.

Seinastu árini hevur Kristoffer verið venjari hjá gentum og kvinnum á høgum støði.

MB skrivar, at felagið herfyri søkti eftir einum høvuðsungdómsvenjara at starvast fulla tíð í 2020.

- Stórur áhugi var fyri starvinum, og vit funnu ein, ið vit meta hóskar væl til okkara tørv og okkara mentan, sigur MB.

- Hjá Miðvágs Bóltfelag fara vit framvegis at leggja dent á, at pláss er fyri øllum og at møta hvørjum einstøkum leikara við hóskandi avbjóðingum. Vit fara framhaldandi at halda tann sunna og góða felagsskapin við líka. Tann stóri munurin frameftir verður, at eitt starvsfólk er sett at røkja hesar og fleiri aðrar uppgávur, og hetta eru vit sera fegin um, sigur felagið at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo