Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingskvinnurnar Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir vildu hava tingið at broyta formligu starvsheitini, eitt nú løgtingsmaður, løgtingsformaður, løgmaður og landsstýrismaður, so bæði kynini vóru umboðað í heitunum. Men tað heldur meirilutin í nevndini, sum hevur havt uppskotið til viðgerðar, ikki, og mælir tí til at fella málið.

Jógvan á Lakjuni, Frimodt Rasmussen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen siga millum annað, at talan er um søgulig heiti sum eisini røkka inn í stýrisskipanina og tí skulu samtykkjast av tveimum løgtingum við vali ímillum. - Málið er ikki búgvið til støðutakan, sigur meirilutin.

Minnilutin, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Bjarni K. Petersen, vísa í sínum lagi á, at ein víðkan av starvsheitunum hevur týdning av praktiskum grundum, men sanniliga eisini fyri at vísa á, at allir borgarar hava sama fólkaræðisliga rætt óansæð kyn, sum minnilutin sigur.

- Talan er um málsligar tillagingar, ið hóska til samfelagsliga veruleikan, ikki innihaldsligar ella løgfrøðiligar broytingar.

Alt álitið kann lesast her

Uppskotið stendur á skránni fyri tingfundin í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo