Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Vallarumstøðurnar í Norðurírlandi vóru avbjóðandi fyri føroysku U15-dreingirnar - Mynd: Ingi Arge

Vallarumstøðurnar í Norðurírlandi vóru avbjóðandi fyri føroysku U15-dreingirnar - Mynd: Ingi Arge

Vallarumstøðurnar í Norðurírlandi vóru avbjóðandi fyri føroysku U15-dreingirnar - Mynd: Ingi Arge

FSF: – Vit taptu allar dystirnar greitt, og megnaðu als ikki at fóta okkum á vátu og ringu grasvøllunum. Talan var um rættuliga avbjóðandi umstøður, ið ikki vóru egnaðar til fótbólt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit bara royna at læra av, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

Tríggir dystir vóru á skránni, tá U15-dreingirnir í døgunum 13. til 18. november tóku lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Og úrsltini vóru einki at reypa av. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 9-1 fyri norðurírsku vertunum, og síðani taptu vit 7-0 móti Luksemborg og 3-0 fyri Litava.

Málið hjá Føroyum skoraði Villiam Kruse Hansen, ið spælir fyri Gentofte FA í Danmark.

– Vit koma fram til nakrar álopsroyndir, men í verjuspælinum góvu vit ov nógv løtt mál burtur. Samstundis mugu vit eisini staðfesta, at í løtuni eru hini londini frammanfyri okkum í menningini á so at siga øllum økjum. Sum heild var hetta ein vónbrotin uppliving fyri okkum allar, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo