Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjúrður Skaale á Facebook: Síggi at formaðurin í DF deilir eitt brot við mær frá gjárdagsins orðaskifti.

Hann brúkar tað í sínum kritikki av stjórnini - og so spyrja fólk straks, um vit báðir brádliga draga somu politisku línu.

Nei, tað gera vit ikki!

Men í einum demokratii kann mann vera púra samdur um prinsippini og spælireglurnar fyri tað, um mann er ósamdur um innihaldið.

Tær longu prosessirnar í rættarskipanini eru ikki í lagi.

Nógvir føroyingar kenna sviðan av teimum. Ikki minst offur fyri harðskapi, sum kunnu møta sínum órevsaða illgerðarmanni langt aftaná illgerðina.

Javnaðarflokkurin á fólkatingi ger so nógv burturúr hesum, tí tað er ein stórur trupulleiki fyri sjálvt rættarsamfelagið.

Eg tók sakina hjá høgravenda politikaranum fram, tí hon er eitt dømi um, at verandi órættvísi kann raka øll - høgan sum lágan. Og øll skulu hava rættvísa og skjóta viðferð - uttan mun til sosiala støðu og uttan mun til politiskan lit. 

Messerschmidt skrivaði á Facebook: Hvor er det i grunden trist, at vi har en statsminister, der ikke bare åbent vil erkende, at syv års forfølgelse, der så munder ud i en pure frifindelse, er en skandale for retssamfundet.

Til gengæld kan vi være glade for at have folk som Sjúrður Skaale I folketinget, der har mod og retssind nok til at tage spørgsmålet op

Tak for ham.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo