Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: - Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST í røðu umborð.

Henda næsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord, í dag. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð nevndi hann millum annað, “Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja so hava vit bara tikið tað upp við MEST”, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka MEST fyri væl leidda verkætlan.

Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST og undirveitarar fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við 2 stórum MELCAL kranum ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum,  einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur.  Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo