Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Framherji í Fuglafirði hevði eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið hjá samtakinum var nærum 128 mió kr. Tað skal samanberast við smáar 83 mió kr fyri árið frammanundan.

Framherji eigur og rekur Fagraberg, Høgaberg, Akraberg, Stapan og Jógvan I. Harumframt eigur Framherji í Faroe Origin og Pelagos eins og øðrum feløgum.

Nettosølan vaks við 154 mió kr og endaði á 627 mió kr.

Í ár er ættarliðsskifti farið fram í felagnum - sí diagram niðanfyri. Børnini hjá upprunaligu eigarunum hava tikið yvir meirilutan av partapeninginum í felagnum. Eisini hevur felagið selt sín part av íslendska felagnum Samherja sum í síni tíð var við til at stovna Framherja. Samstundis hevur Samherji selt síni partabrøv í føroyska felagnum.

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði við 1,3 mia kr um ársskiftið. Eginognin var góðar 715 mió kr.

Anfinnur Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo