KÍ hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla Abubakar Ibrahim Aliyu úr Nigeria, skrivar Norðlýsið.
Aliy er áleypari, sum eins og Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen kemur úr norska felagnum HamKam í næstbestu norsku deildini, har hansara sáttmáli nú gongur út.
Sáttmálin ímillum KÍ og Aliy er galdandi fyri 2020 og 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo