Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Oscarvirðislønti og tvífaldi Cannesvinnarin Bille August hevur gjørt romantiska filmin ”Kysset” við støði í søguni hjá eysturríkska Stefan Zweig ”Ungeduld des Herzen” frá 1939.

Leikstjórin hevur sjálvur skrivað handritið og førir okkum til Danmarkar í 1914, tá evropeiski friðurin er hóttur.

Espen Smed, ið vit sóu sum Lykke-Per, er Anton Abildgaard. Hann er fyrimyndarligur og álitisvekjandi næmingur á hernaðarskúlanum, og er um at gera seg lidnan sum offiserur, tá hann verður boðin í veitslu hjá baróninum Løvenskjold.

Anton veit ikki, hvørjar persónligar avleiðingar tað fær, tá hann bjóðar vøkru dóttrini, Edith, upp at dansa. Tá Anton skilir, at hon er dottin av hesti og vorðin lamin, skammast hann yvir, at hava sett hana í hesa støðu.

Hann fær samkenslu við Edith, meðan hon forelskar seg í honum. Anton megnar tó ikki at verða sannur og eirligur yvir fyri henni, og spakuliga søkkur hann longur niður í lygnir og lyfti, hann ikki kann halda

Umfram Esben Smed síggja vit Clara Rosager, Lars Mikkelsen og David Dencik. Síðst, vit vístu ein film eftir Bille August, var tað ”Pagten”, har Birthe Neumann spældi Karen Blixen.

Filmurin ”Kysset” lýsir viðurskifti millum menniskju, og er ein frí tulking av søguni hjá Stefan Zweig. 74 ára gamli leikstjórin, sum hevur lagað søguna til donsk viðurskifti, sigur, at hon er ”en skæbnefortælling om gode mennesker på afveje, om kærlighedens sande væsen og om selvopofrelsens kunst.”

FILMSFELAGIÐ 15/3 kl 20:00 Kysset (Bille August Danmark 2023 116 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo