Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Mítt hús fekk tvær uppsagnir í dag.

Júst soleiðis ljóðaðu boðini, sum komu plingandi inn á telefonina hjá mær frá einum, hvørs húsarhald er hart rakt. Eini ómetaliga syrgilig boð at fáa, men júst hetta er eisini veruleikin hjá hinum 138, sum fingu somu boð í gjár. Eini boð, sum eru tilelvd av atgerðaloysi hjá sitandi samgongu.

Í samgonguskjalinum, sum varð skrivað eftir valið fyri knøppum ári síðani, eru mong føgur orð. Millum annað hesi: ”Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið”. Vorðið sum eggjan, má sigast, nú góðskingarvirkið hjá Bakkafrost niðurlaðar virksemið betýðiligt. Høga tøkugjaldið skapar slíka óvissu fyri vinnuna, at leiðslan metir vánirnar vera so mikið ótryggar, at hetta ómetaliga drastiska stigið verður tikið.

Tá lógaruppskotið hjá Sambandsflokkinum var til viðgerðar á tingi í gjárkvøldið vóru fleiri sera harmar og frustreraðar røddir at hoyra – eisini innan úr samgonguni. Tað var heilt týðiligt, at misnøgdin við landsstýrismannin í vinnumálum og handfaring hansara av støðuni var rættiliga stór. Tað var ikki til at trúgva, men landsstýrismaðurin stóð á tingsins røðarapalli og segði, at hann fyri bert fáum døgum síðani varð varugur við álvaran í málinum. Hann segði orðarætt soleiðis: ”…Og hetta málið, sum eg haldi, eg havi sagt, sá eg fyri nøkrum døgum síðani, fór uttan iva at blíva eitt mál, sum fór at skapa stórar trupulleikar fyri eisini fólkini, sum eru rakt av tí, men eisini í politisku skipanini…”

Útsøgn hansara er í allarbesta føri margháttlig, tí longu í hoyringarskrivi frá Havbúnaðarfelagnum, dagfest 19. mars í ár, varð sagt greitt og týðiliga, at við nýggju tøkugjøldunum fór grundarlagið at verða tikið undan meirvirkaðum laksavørum. Hesi boð eru endurtikin fleiri ferðir, sum árið er liðið. Og meiri enn einaferð hevur landsstýrismaðurin sagt, at hann arbeiðir við málinum.

So seint sum 19. september setti Magnus Rasmussen fram fyrispurning um júst “góðsking og víðarivirking av laksi”, sum hann orðaði seg. ” Hin 2. oktober kom svar frá landsstýrismanninum, har hann segði soleiðis: ” Undir viðgerðini á løgtingi, tá ið nýggja tøkugjaldið varð samtykt, boðaði landsstýrið frá, at tað fór at viðgera ávísar avbjóðingar, sum reistar vórðu undir viðgerðini og síðani alment. Uttanríkis-og vinnumálaráðið hevur síðani arbeitt við hesum og lagt tað til politiska viðgerð. Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast.”

Sama 2. oktober var álitisfólkið og starvsfólkaumboðið fyri arbeiðsfólkini á portiónsvirkinum hjá Bakkafrost í miðlunum við eini álvarsligari og inniligari áheitan til viðkomandi myndugleikar um at koma við eini loysn sum skjótast, tí tímaglasið var meiri enn nær við at vera runnið niður. ”Eg eri vís í, at vit verða uppsøgd, um so er, at eingin sáttmáli er komin í hús, tá ið oktober mánaði er liðugur,” segði hon tá.

Hálvatriðju viku seinni, 19. oktober, skrivaði undirritaði stutta grein við heitinum ”Niðurstøðan verður (framvegis) gjørd sum skjótast”, har eg m.a. segði, at tað framvegis bert var larmandi tøgn at hoyra frá landsstýrismanninum, samgonguni og eisni arbeiðarafeløgunum.

Nú skriva vit 9. november, og staðfestast kann, at ov leingi varð bíðað. Nú er tað vanlukkuliga hent, sum ávarað varð um í langa tíð. Hví? Jú, vegna atgerðaloysi hjá landsstýrismanninum, atgerðaloysi hjá samgonguni.

Og at hetta rakar ómetaliga hart, eru boðini, sum komu plingandi inn á telefonina í gjár, sanniliga vitni um: ”Mítt hús fekk 2 uppsagnir í dag.”

Bárður á Lakjuni, tingmaður Fólkafloksins

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo