Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftaná at hava granska tosk á landgrunninum í nøkur ár, eri eg vísur í at kunna prógva á vísindaligan hátt, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Tað er ikki prógva áður, tó at sjómenn altíð hava sagt tað.

Í løtuni tíður alt uppá, at vit missa 10 milliardir í einum. Hetta út frá tølum seinastu 120 árini. Tað verður fordeilt, sum lægri veiða komandi árini, men tað kann ikki rættast ella broytast. Tað visa tølini, at vit hava gjørt, tvær ferðir seinastu 25 árini. Umframt er rættuliga greitt, at í framtíðuni verður ongin vinnulig veiða í bólki 4, 4T og 5. Tí hesar reglur nú og ikki seinni, tá eg eri endaliga liðugur.

Eg hava kanna frymilin ICES og Havstovan brúka. Frymilin hevur nakrar avleiddar fortreytir, sum tað als ikki er vanligt at hugsa um. Hesar fortreytir havi eg útgreina, soleiðis at til ber at vísa, hvussu tær ávirka vísindaliga frymilin, fiskifrøðin brúkar.

Niðurstøðan er, at teori sigur, at til ber til at goyma fiskin í sjónum. Men empiri, vísir, at tað ber ikki til.

Orsøkin er, kunnu vit siga, at tað lekur millum teori og praksis.

Fiskifrøðin brúkar ein formil, sum er einfaldur. Fyri 35 árum síðan sat eg á skúlabonki og nøkur ár seinni sat eg enn einaferð á skúlabonki og lærdi formilin fiskifrøðin brúkar. Havi eisini vitja Árna Dam á Norðskála í 2017, har hann vísti mær hópin av data um hetta sama.

Frymilin eins og fiskifrøðin siga, at um vit ikki fiska 2-3 ára gamlan tosk í ár, men bíða til hann er eldri, so veksur fiskastovnurin og vit kunnu fiska meira.

Aftaná at hava hugt eftir nógvum vísindaligum data, frá Havstovuni og ICES, Norra, Íslandi, umframt nógvar 100 vísindaligar greinar meini eg at hava prógvað, at vísindaligi hátturin, nýttur verður til stovnsmetingar viðførur at fiskastovnar minka.

Vísindaligi hátturin ICES og Havstovan brúka, goymir ikki fiskin í sjónum, tó vísindin sigur tað. Úrslitið av at lurta eftir vísindaligu ráðgevingini, er at fiskastovnar minka.

Seinastu dagarnar havi eg lagt úrslit fram fyri nøkrum persónum. Teir skiltu tað eg legði fram og vóru samdir.
Loysnin er hvørki kreativ ella komplisera. Hon er einføld og løtt at skilja. Men tað er stórt arbeiði og tekur tíð.

Nøkur siga seg hava rætta svarið og tí leita tey ikki. Eg havi leitað, við ferðaleiðara. Eg havi leitað saman við teimum, sum hava vitan. Eg havi leitað saman við teimum sum vistu, at vit manglaðu rætta svarið.

Á Løgtingi lata fólk, sum um tey vita, tó at tey tosaðu sum pápageykar. Onnur krógva seg, hóast tey árliga prógva, at tey ikki vita alt. Fólk kunnu velja at gera gjøldur burtur úr. Men…

Tann sum leitar, hann finnur. Tann sum lurtar hann lærir.

Eivind Jacobsen
granskari
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo