Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tey flestu stórfeløgini í Europa hava roynt at fingið stjørnuleikaran í AS Monaco, Kylian Mbappé - og nú er tað farið út um øll mørk, sambært Monaco.

Felagið hevur tí sent inn eina klagu til FIFA, eftir at "stór" europeisk feløg hava sett seg í samband við stórtalentið og hansara umboð uttan loyvi, skrivar VG.

Sambært Sky Sports eru Manchester City og PSG klagað.

- Stór europeisk feløg hava sett seg í samband við Kylian Mbappé uttan loyvi, og til hesi feløgini: Hetta góðtaka vit ikki, og fyri at steðga hesum, biðjur AS Monaco franska fótbóltssambandið og FIFA um at hesi feløg verða revsað, verður sagt í tíðindaskrivi sambært VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo