Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november, sum verða á útivølli móti Kekkia og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november, sum verða á útivølli móti Kekkia og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november, sum verða á útivølli móti Kekkia og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Nú er greitt, at føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november mánað, sum báðir vera á útivølli.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í býnum Olomouc, sum liggur har eysturi í landinum. Harafturat er avtala eisini gjørd við fótbóltssambandið í Kosovo, at føroyska manslandsliðið spælir í Pristina leygardagin 19. november.

Í hesum føri er vert at nevna, at dysturin móti kekkum kom í lag, áðrenn lutakastið til komandi EM-undankapping, sum verður næsta ár, og har Føroyar og Kekkia eru í sama bólki.

Á seinasta styrkislista hjá FIFA er Kekkia nummar 35 í heiminum, meðan landsliðið hjá Kosovo er á 107. plássi av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni. Føroyar eru í løtuni nummar 122 á listanum.

Føroyar hava fýra ferðir áður spælt móti Kekkia, og tríggjar ferðir hava vit møtt Kosovo. Til stuttleika kann nevnast, at fyrsti altjóða skrásetti A-landsdysturin hjá Kosovo var móti júst Føroyum; tann 3. juni í 2016.

Hópurin til nevndu landsdystir verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober klokkan 10:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo