Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Eik Banki: Í sambandi við, at Dánjal Joensen fer frá fyri aldur síðst í januar, verður almenn móttøka í høvuðssætinum í Eik Banka.

Tá hevur Dánjal samstundis arbeitt í Føroya Sparikassa/Eik Banka í góð 47 ár.

Dánjal fór í læru í Føroya Sparikassa 16. januar 1970, 19 ára gamal. Hesi 47 árini hevur Dánjal arbeitt innan nógv ymisk øki í bankanum. Hann hevur m.a. verið deildarleiðari á deildum í Suðurstreymoy og eitt skifti eisini starvsfólkaleiðari.

Móttøkan verður fríggjadagin 20. januar kl. 15.00 - 17.00, Yviri við Strond 2 í Havn. Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo