Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu mongu árini hava einstaklingar og felagsskapir sum Sinnisbati gjørt vart við at; Tað er ok ikki at vera ok. Við slíkum slagorðum hevur man helst roynt at gera tað, at hava ilt í sinninum minni duldarfult. Hetta hevur skapt tiltrongt kjak í samfelagnum, ikki minst tí at sálarheilsan serliga millum tey ungu, er versnað munandi seinastu árini. Meiri peningur er tíbetur settur av til útgreinan, men funnist hevur verið at, at tilsvarnandi peningur ikki er settur av til at viðgera tey, sum hava fingið eina útgreining. Tó so hava vit seinastu trý árini havt eina ókeypis royndarskipan, har ung í aldrinum 15 til 35 ár kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð fyri lætt til moderat tunglyndi og ótta. Tíverri endaði royndarskipanin hin 31. oktobur 2023 og miðskeiðis í oktobur mánaða fingu sálarfrøðingar, ið virkaðu undir hesi skipan, skriv frá Heilsutrygd um, at øll viðgerð skuldi enda 31. oktobur. Fòlk, ið vóru í viðgerð, skuldu sostatt enda viðgerðina, hóast viðgerðin ikki var komin á mál. Ein sera óheppin støða fyri brúkaran, og spurningur kann eisini setast við, hvussu etiskt rætt hetta er. Tað, sum tó undrar almikið, er, hvussu larmandi tøgnin hevur verið í mun til politiska útspælið, at seta royndarskipanina úr gildi.

Skipanin, ið virkaði ov væl
Við støði í eftirmetingini av skipanini mælir Heilsutrygd til at gera royndarskipanina til eina permanenta skipan, eins og tey vísa á, at allar ábendingar vitna um eina skipan, sum virkar. Eftirmetingin av royndarskipanini vísir m.a., at sera nógv hava brúkt skipanina, eftirmetingin vísir eitt javnt aldursbýti av brúkarum av skipanini, men aldursbólkurin 30-35 ár hevur brúkt skipanina mest. Tað er sera lítið fráfall, og fyrstu eftirmetingarspurnarbløðini benda á, at viðgerðin hevur munað, og at brúkarin hevur fingið tað betri. Tí er tað óskilligt, at man velur at avtaka eina skipan, sum stórur tørvur hevur verið á, og sum fólk tykjast hava verið nøgd við.

Eftirmetingin vísir tó, at ein bólkur av brúkarum hevur verið sera illa fyri og hevur havt tørv á fleiri enn 12 viðgerðum. Harumframt er ein lítil bólkur, sum hevur havt ov lættar avbjóðingar. Vit kunnu bara gita, hví ein bólkur hevur verið so illa fyri, at tørvur hevur verið á endurávísng. Eitt git er, at psykiatriin ikki hevur orku at viðgera tey, ið hava tørv á umfatandi viðgerð, og at hesi tí ikki hava fingið rætta tilboðið og tí eru flutt yvir í royndarskipanina. Um so er, kann tað vera sera gott at hava slíka skipan, tí hvør skal annars lofta teimum? Kanningar benda somuleiðis á, at skjótari tú kemur í viðgerð, betri eru útlitini, og sostatt gevur tað als ikki meining at taka eina skipan av, ið loftar fólki, so hvørt. Tað, at ein bólkur hevur stóran tørv á viðgerð, eigur ikki at vera eitt argument fyri at avtaka skipanina – tvørturímóti eigur tað at vera eitt argument fyri at varveita hana. At ein lítil bólkur hevur havt ov lættar avbjóðingar, kunnu vit bara gleðast um, og eg ivist ikki í, at ein sálarfrøðingur og ein lækni hava neyðugu førleikarnar at meta um, hvussu stórar avbjóðingarnar eru, og at sálarfrøðingurin sjálvandi gevst við viðgerðini, um einki er at viðgera...

Politiska útspælið
Politiska útspælið er at broyta skipanina soleiðis, at tað frá 01. januar 2024 bert eru tey 15-25 ára gomlu, ið fáa ókeypis viðgerð. Tey kunnu tó ikki, sum fyrr, fáa eina endurávísing eftir 12 ferðirnar, og skulu sostatt enda viðgerðina, hóast tey ikki eru komin á mál við henni. Hetta kann samanberast við, at tú fert til læknan við lungnabruna. Læknin gevur tær pensilin til 3 dagar, men viðgerðin tekur í grundini 5 dagar, tí brunin er vorðin eitt sindur verri enn lættur til moderat. Tað skróvar eitt sindur í mínum oyrum, ikki minst tá ið hugsað verður um avleiðingarnar av at gevast við pensilinkurinum í úrtíð. Í ringasta føri kann tað elva til mótstøðuføri...

Harumframt er ætlanin, at tey 26-35 ára gomlu skulu rinda 60% av kostnaðinum fyri viðgerðina, meðan Heilsutrygd rindar 40%. Havast skal í huga, at talið á fólkum í hesum aldri, sum brúktu skipanina, var rættiliga høgt, tað er; tørvurin hevur verið stórur í hesum málbólkinum.

Helst er orsøkin til, at hesin bólkurin frameftir skal rinda fyri viðgerð tann, at hann verður mettur at vera betri fyri fíggjarliga enn tey 15-25 ára gomlu. Men tað kann eg seta spurnartekn við. Í kanning hjá Fólkaheilsuráðnum kom fram, at 58% av teim 18 til 34 ára gomlu hava kent seg strongd av síni fíggjarstøðu. Støðan við himmalhøgu bústaðarprísunum og methøgum matvøruprísum streingja búskapin hjá flestum barnafamiljum í hesum døgum. Og tað er júst í aldrinum 26-35 ár, at fólk seta føtur undir egið borð og fáa børn. Um hesin málbólkurin noyðist at velja sálarfrøðiliga viðgerð frá (tí tey ikki hava ráð), kann hetta fáa avleiðingar fyri alla familjuna hjá teimum og ikki bert einstaka persónin. Lat okkum taka eina mammu, ið fær barnsburðartunglyndi men ikki hevur ráð at rinda fyri viðgerð. Óviðgjørt barnsburðartunglyndi ávirkar ikki bara mammuna men kann eisini fáa stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá barninum, og um fleiri børn eru í húsarhaldinum, kunnu tey eisini verða ávirkað...

Tað er ikki ok ikki at vera ok
Skal tað vera ok ikki at vera ok, so mugu vit sum samfelag síðustilla likamliga og sálarliga sjúku. Tað var eitt frambrot at fáa ókeypis royndarskipanina, tí við henni vóru sálarsjúka og likamlig sjúka síðustillaðar. Gamaní fevndi skipanin ikki um allar aldursbólkar, sum sjálvandi hevði verið ynskiligt, og eitt krav, um talan skal vera um síðustilling. Men hetta var ein góð byrjan, og fá mundu væntað, at man fór at bakka aftur.

Nýggja politiska útspælið at lækka aldurin og banna endurávísingum er eitt stórt afturstig og eitt tekin um, at tað, í Føroyum, als ikki er ok ikki at vera ok. Ímyndið tykkum Mariu, sum er 22 ára gomul og Jákup, sum er 32 ár, bæði hava brotið beinið. Tey fara á skaðastovuna, men meðan Maria fær ókeypis viðgerð, skal Jákup rinda fyri viðgerðina. Tá ið gipsið verður tikið av beininum á Mariu varnast læknin, at beinið ikki er komið saman, sum tað skal. Men ólukkutíð, politikkararnir hava avgjørt, at Maria er liðugt viðgjørd, og hon verður vend í hurðini...

Hvussu meta politikkarar um, hvørt eitt beinbrot hevur størri tørv á viðgerð enn eitt brotið sinni. Hvør faklig meting liggur aftanfyri avgerðina um, at ein persónur er liðugt viðgjørdur eftir 12 ferðirnar? Og um persóninum tørvar fleiri enn 12 viðgerðir, er tað so ikki júst orsøk til at lata hann sleppa at halda á við viðgerðini?

Men kanska byggir politiska útspælið á manglandi álit á, at læknar og sálarfrøðingar hava førleikan at meta um, hvørt einum persóni tørvar viðgerð, og nær hann er liðugt viðgjørdur. Kanska byggir tað á, at man metir, at fólk fara til sálarfrøðing til stuttleika. Hvussu er og ikki, so er politiska útspælið enn ein staðfesting av, at vit sum samfelag hava langt eftir á mál, í mun til at síðustilla sálarliga og likamliga sjúku, og ikki fyrr enn tá, kunnu vit av sonnum siga, at tað er ok ikki at vera ok. Nýggja politiska útspælið vitnar um ein hugburð til sálarsjúku, har tað bert er ok ikki at vera ok, um tær ikki feilar ov nógv, og um tú annars ert førur fyri at rinda kostnaðin av tí.

Gitte Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo