Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ársins Ítróttafagnaður var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldi og her eru myndir frá tiltakinum.

Sí myndir her

Myndir: Ólavur Frederiksen

ÍtróttaNAVNIÐ 2020 er Sverri Sandberg Nielsen, ið bæði er Evropameistari og silvurvinnari í Heimsmeistarakappingini í single sculler. Hann hevur prógvað, hvussu langt áræði og miðvís venjing kann bera.  

Hini tilnevndu vóru Vár Erlingsdóttir Ejdesgaard, svimjari, og Jóan Símum Edmundsson, fótbóltsleikari.

STJØRNUSKOTIÐ 2020 gjørdist ungi miðverjin úr HB, Samuel Johansen Chukwudi. í tilnevningini stóð millum annað, at hann er eitt dømi um ein sera evnaríkan leikara, ið einans 17 ára gamal hevur gjørt seg galdandi á besta liðnum. Hann hevur tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21.

Hini tilnevndu vóru Hákun West av Teigum, ið er høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag.

FYRIMYNDIN 2020 er Gurið Krosslá Augustinussen. Heiðurin fekk hon fyri alla ta orku, hon hevur lagt í hondbóltin at kalla alt sítt lív. Í 22 ár hevur hon spælt í bestu deildini, umframt at hon er venjari, dómari og luttekur í sjálvbodna arbeiðinum. Hon skipar fyri árliga Hondbóltsskúlanum og hevur staðið fyri kappingini Faroe Islands Handball Cup.

Saman við Gurið Krosslá Augustinussen vóru Per Mikkelsen, ið nýtir nógva tíð til ungdómsfótbóltin á Skála, umframt Malvinus í Gong, ið at kalla einsamallur hevur endurreist Klaksvíkar Judofelag, tilnevndir.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 er Faroe Islands Handball Cup. Hetta var sera væl skipað átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Umleið 400 børn og ung luttóku.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini Fimleikur fyri øll, ið eru smá videobrot á sosialu miðlunum, sum kunnu eggja og hjálpa fólki til at venja heima, og Skúlafótbóltur, ið bjóðar børnum og ungum frá 1. flokki og heilt upp til miðnám at kappast í Marghøllini í Vági.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020 er Hondbóltssamband Føroya. Endamálið við at heiðra felagskapin er at seta sjóneykuna á stóra arbeiði, ið verður gjørt í sersambondum og -feløgum kring landið. Í grundgevingini stóð, at HSF hevur fleirfaldað virksemið seinnu árini og hevur av álvara sett ferð á altjóða virksemið við HM og EM luttøku í fleiri aldursbólkum og við góðum úrslitum. Nógvir leikarar hava seinastu árini fingið sáttmála uttanlands.

Í uppskoti saman við HSF vóru KÍ og Kurvabóltssamband Føroya.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Jóhannu Troest. Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:

Jóhanna stovnaði saman við øðrum, Fimleikafelagið Støkk, fyri 54 árum síðani og hevur verið virkin í felagnum øll árini. Saman við manninum, Kai Aage Troest, stóð hon á odda fyri fleiri barna- og ungdómsliðum, sum veruliga gjørdu seg galdandi í føroyskum kappingarfimleiki.

Øll árini hevur Jóhanna verið ein stór fyrimynd og ein eldsál, sum altíð hevur givið nýggjum venjarum góð ráð og vegleiðing. Hóast Jóhanna Troest er blivin 80 ár, og kroppurin ikki altíð orkar tað sama sum høvdið, hevur hon enn orku og áræði at skipa fyri venjingunum.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Jóhanna Troest gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5000 kr í part.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo