Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki í lagi at brúka gongirnar, sum eisini eru rýmingarvegir, til at hava innbúgv standandi í.

Næmingaheimið undir Fjalli hevur eftir øllum at døma verið forsømt í langa tíð.

Tað er ikki í lagi at brúka gongirnar, sum eisini eru rýmingarvegir, til at hava innbúgv standandi í.

Næmingaheimið undir Fjalli hevur eftir øllum at døma verið forsømt í langa tíð.

Eftir øllum at døma hevur bústaðurin hjá 36 føroyskum næmingum ongan góðan átt í longri tíð.

Myndir, sum VP hevur fingið, vísa týðulig tekin um manglandi viðlíkahald.

Men tær vísa eisini, at næmingaheimið í veruleikanum kann metast sum ein brandfella. Tí nógv innbúgv, sengur, borð, stólar og annað, stendur uppstáplað í gongjunum, har frammanundan er lítið pláss. Hesar gongjurnar virka eisini sum rýmingarleiðir, og tí er ikki loyvt at brúka tær til at hava eitt nú innbúgv standandi í.

Les eisini: Bústaðir tippir neyðútgongd í næmingaheimi

- Tað er rætt, at vit hava havt ábyrgdina, men tað hava ikki verið pengar til viðlíkahald, og tí eru vit eisini fegin um loysnina, vit nú hava fingið, har Bústaðir yvirtaka næmingaheimið, sigur Steinbjørn Hardlei, umsitingarleiðari á Glasir.

Hann sigur eisini, at tað er húsavørðurin á Handilsskúlanum við Marknagilsvegin sum hevur umsjón við Næmingaheiminum undir Fjalli.

- Men hevur tú sjálvur sæð, hvussu tað sær út har?

- Ikki nýliga. Men eg fari at kunna meg nærri nú, sigur Steinbjørn Hardlei við VP.

Tað er ikki í lagi at brúka gongirnar, sum eisini eru rýmingarvegir, til at hava innbúgv standandi í.

Næmingaheimið undir Fjalli hevur eftir øllum at døma verið forsømt í langa tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo