Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Trot er á parkeringsplássum í Tórshavn,  og er tað ein avbjóðing, sum eigur at loysast skjótast gjørligt. Tó meta vit, at ætlanin, har meirilutin í Tórshavnar býráð arbeiðir við at byggja eitt stórt parkeringshús mitt í einum gomlum miðbýarøki als ikki er rætta loysnin. Hetta hava eisini fleiri saklig mótmælisskriv frá felagnum “Grannalív (umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu) víst á.

Tað er ikki ráðiligt at troðka alla ferðsluna oman í miðbýin, í ein míðbý, sum longu er ovbyraður við bilum. Ein kanning frá Rambøll, sum Tórshavnar kommuna læt gera í 2009, mælti til ikki at økja um bilatalið í býnum, tí ferðslutrýstið var so stórt. Í dag við 1000 tals fleiri bilum, er støðan enn verri. Tá kommunan í 2009 biður um eina dýra kannning, eigur býráðið eisini at virða niðurstøðurnar í henni, annars gevur tað onga meining at brúka skattaborgarans pening uppá eina slíka kanning. Tað er eftir okkara tykki ikki skilagóð nýtsla av skattaborgarns pengum.

Til nevnda mál so meta vit eisini staðsetingina av parkeringshúsinum í einum gomlum býarøki, har fólk búgva, vera stak óhepna. Talan er um at broyta 3 byggisamtyktir fyri at hetta skal lata seg gera. Ein byggisamtykt er ikki nakað, man skal broyta kollveltandi dag um dag, tað er ein orsøk til at hoyringsfreistir og annað eru langar, og at tilgongdin at broyta eina byggisamtykt er drúgv. Hetta fyri at verja rættartrygdina hjá borgarunum. Vit hava tó als onki ímóti at íbúðir verða bygdar á økið, um tær halda seg til byggisamtyktina.

Tað er ein orsøk til, at økir eru løgd út til m.a vinnuøki, bústaðarøki, miðbýarøki v.m. tí hetta eru grundleggjandi viðurskifti, sum borgarin navigerar eftir, tá hann ella hon keypir sín bústað. Tí er tað ikki rætt at blanda eitt vinnuligt rikið parkeringshús mitt í eitt bústaðarøki. Her hava fólk í góðari trúgv bygt síni sethús við tí í huga, at her koma fólk at búgva og liva og ikki við eini bilpark í túninum. Byggisamtyktir eru grundlógin undir ráðleggingini av býnum, og tí eiga vit sum politikarar ikki í tíð og ótíð broyta hesar kollveltandi, tað skapar bara ótryggleika og mistreysti hjá okkara borgarum.

Vit mæla tí til at steðga verður á, og at onnur loysn verður funnin til parkeringshúsið, har byggisamtyktin loyvir tí. Ein møguleiki er at leggja eina hædd omaná Skálatrøð, nú tjóðleikhúsið ikki verður bygt har. Parkeringshúsið eigur tó ikki at vera hægri enn, at grannarnir aftanfyri missa sítt útsýni. Eitt slíkt parkeringshús kundi eisini verið bygt inn imóti berginum við einum arkitektoniskum sniði og við onkrum útatvendum virksemi evt handlum i neðra, soleiðis at Skálatrøð bleiv ein samanrunnin partur millum vágsbotn og vestaruvág. Eitt annað uppskot, og sum hevði verið nógv meiri framtíðarrættað, hevði verið at latið gjørt ein parkeringstunnil undir Havnina, eins og man hevur gjørt í Tromsø. Hetta kundi eisini verið byrjanin til at leggja ferðsluna í okkara høvuðsstaði undir jørð.

Vit vilja tí heita á meirlutan um at steðga við ætlanini um parkeringshús í Bøkjarabrekku og heldur finna aðra skilabetri loysn á parkeringsviðurskiftunum, har undirritaðu heldur enn fegin vera við at finna røttu og bestu loysnina.

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð
Annika Olsen
Birgir Nielsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo