Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Í nettrygdarætlanini, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum legði fram herfyri, fær Vinnustovnurin ein týðandi og virknan leiklut í at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi.

Dømi um samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi kunnu vera streymveiting, fjarskifti, læknahjálp, røkt, radiosendikervið, pengaflutningur, flutningur á landi, sjógvi og loftvegis, skattainnkrevjing, tinglýsing, skipaskráseting o.s.fr.

Um hesar, og aðrar týðandi skipanir, ikki virka, verður virkisførið í landinum munandi skert, og tá kunnu bæði mannalív og stór virði vera í vanda.

Nøkur av fyrstu átøkunum í nettrygdarætlanini eru tí neyvari at kortleggja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi og at skipa eina nøktandi tilbúgving, til tess at styrkja mótstøðuførið móti nettrygdarvandum.

Fyri fyrst er økið raðfest við áleið 1 mió kr. Henda játtanin er ætlað til at byrja arbeiðið, m.a. at fyrireika eina nettrygdarlóg, men neyðugt verður at økja játtanina munandi í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo