Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Átta ev teimum níggju, sum í vikuni fingu prógv sum dómaraeygleiðarar - Mynd: Lassin Isaksen

Átta ev teimum níggju, sum í vikuni fingu prógv sum dómaraeygleiðarar - Mynd: Lassin Isaksen

Átta ev teimum níggju, sum í vikuni fingu prógv sum dómaraeygleiðarar - Mynd: Lassin Isaksen

FSF: Hósdagin vóru níggju fyrrverandi og núverandi dómarar og hjálpardómarar á dómaraeygleiðaraskeið í FSF-húsinum við Tórsvøll.

Undirvísingin var bygd á frálæru í eygleiðing av dystum, grundað á millum annað fótbóltslógina, arbeiðsháttin hjá dómarum og hjálpardómarum á vøllinum, samtalur aftaná dystin og ymiskt annað.

Teir níggju, ið stóðu royndina og sum hesaferð fingu prógv, eru Andrew Christiansen, Áron Sofus Vest, Regin Egholm, Alex Troleis, Eiler Rasmussen, Dagfinn Forná, Edvard Højgaard, Vinjard Dam og Kári á Høvdanum.

Nakrir av hesum eru enn virknir sum dómarar og hjálpardómarar, og eftir ætlan koma teir at eygleiða í teimum deildum, sum teir sjálvir eru partur av. Men ætlanin er eisini, at teir fyri tað mesta koma at eygleiða og menna nýggjar og yngri dómarar og hjálpardómarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo