Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið fekk í gjár fráboðan um, at ein rættuliga stór nøgd av olju var farin á sjógv við eina av bryggjunum í Tórshavnar Havn, møguliga heilt upp til 1.000 litrar. Oljusperrur vórðu lagdar út og roynt varð at reinsa umhvørvið, men í slíkum førum slepst ikki undan bót til ábyrgdarhavaran, sum heldur ikki hevði fylgt reglugerðini fyri bunkring, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um fimm tíðina í gjár kom eisini fráboðan um, at ein maður lá í kikjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Tað gera so nógv, men tað serliga í hesum førinum var, at viðkomandi lá omaná eini grøv og svav. Lív fekst ikki í mannin, sum var dýrandi fullur, og tí bleiv politiið boðsent, og maðurin fingin til hús.

Ein bilførari, sum var drukkin, hevði kanska sloppið, um ikki hann valdi at yvirhála ein annan bil inni í Leynatunlinum. Tað er ikki loyvt at yvirhála inni í einum bergholi, og tað visti tann sum bleiv yvirhálaður og gjørdi tí ikki mætari enn at ringja til politiið og siga teimum nummarplátuna og hvønn veg bilurin við ivasama føraranum koyrdi. Politiið fann bilin og skjótt kundi staðfestast, at viðkomandi sum koyrdi bilin ikki var edrúur. Nú verður bíðað eftir úrsliti av blóðroyndini.

Annars hevur ymiskt annað verið politinum fyri hetta seinasta samdøgrið, sum má sigast at hoyra til ímillum smátingini.

Ein leys ær við tveimum lombum bleiv sædd á Argjum. Tað er annars ikki óvanligt í Føroyum at síggja seyð, eisini ímillum húsini, men hendan bleiv  meldað og eigarin bleiv funnin.

Nakrir ótangar høvdu verið í einum urtagarði og tikið ymiskt upp áðrenn eigarin ætlaði at tað skuldi takast upp. Eigarin fekk í herðatoppin á ótangunum og ringdi til politiið. Men semja varð seinni gjørd á staðnum við fjálturstungnu og óhepnu ribbaldarnar um, at teir skuldu gera alt aftur, sum tað var, og so skuldi ikki meira gerast burtur úr hesum.

Veðrið bleiv onki serligt seint síðstu nátt, heldur ikki í Gøtu, har G! festivalur er hetta vikuskiftið. Og tá nakrar takplátur fóru á flog, mátti politiið uppí at royna at tryggja at ongin størri skaði stóðst.

Summi hava hug at ilskast inn á tey nógvu ferðafólkini sum vitja júst hesa ársins tíð, tí ikki øll vita hvat ber til og hvat ikki ber til. Hjá politinum sleppa tey heldur ikki heilt undan ampanum. Tí tað kemur meira enn so fyri, at alarmsentralurin ringir, og í hinum endanum er ein turistur, hvørs telefon ikki er fingin at rigga men bara kann ringja 1-1-2.

- Um tey halda, at meiningin er, at vit skulu hjálpa teimum at fáa telefonina at rigga, veit eg ikki. Men tey duga oftani ikki eitt orð á enskum, og tað kann vera eitt sindur troyttandi, sigur vakthavandi, sum tó leggur afturat, at hetta ikki er nakar stórur trupulleiki, men nakað sum hendir av og á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo