Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Nú hendi tað sum ávara var ímóti, tá málið um havnastongsulin var til viðgerðar í Løgtinginum tann 14. juni.

Russar svara aftur, sum teir altíð gera, tá tiltøk verða sett í verk móti teimum, og hava nú boðað frá, at teir ætla ikki at keypa fiskavørur úr Føroyum.

Ein stórur partur av framleiðsluni hjá Varðin Pelagic og Pelagos hevur verið seldur til Russlands. Russland hevur verið ein góður og væl betalandi marknaður, og framleiðslan til russiska marknaðin hevur skapt nógv arbeiðspláss.

Tað hevur verið eitt fruktagott samstarv millum framleiðararnar í Føroyum og keypararnar í Russlandi, eitt samstarv sum hevur verið til gagns fyri báðar partar.

Meginparturin av sildini og ein stórur partur av makrelinum, hevur verið framleiddur til russiska marknaðin.

Tað ber ikki til at finna aðrar marknaðir fyri hesar vørur, tí tað eru í høvuðsheitinum bert londini í Eysturevropa, sum keypa hesar vørur.

Stórur partur av makrelinum var landaður til ídnað og roknast kann við, at sildin, sum skuldi framleiðast til russiska marknaðin, fer sama veg.

Vandi er fyri, at virkini fara at liggja still, tað ið er eftir av árinum, og arbeiðsfólkini, sum eru knýtt at virkjunum, missa sína inntøku.

Hettar sær ikki út til at nervað samgonguna, tí ongin av teimum vil taka í egnan barm, og viðganga mistakið, og seta havnastongsulin úr gildið aftur.

Løgi at umboðini fyri Javnaðarflokkin í Suðuroynni ikki gera vart við seg, nú vandi er fyri, at ongin framleiðsla verður á virkinum hjá Varðanum á Tvøroyri.

Meðan samgongan av moralskum og etiskum ávum vil slíta samstarvið við Russland, arbeiða tey við at fáa tættari samstarv við Kina og India, sum eru nærmastu samstarvsfelagar hjá Russlandi.

Hví tað er moralskt og etiskt rættari at samstarva við Kina enn við Russland, er ikki gott at vita.

Ein og hvør tjóð skal fyrst og fremst hugsað um sínar egnu borgarar.

Tí átti samgongan fyrst og fremst at gjørt tað, sum var best fyri fólkið, í staðin fyri at niðurlaga virksemi í Føroyum, við tí úrslitið, at fyritøkur missa inntøkur og arbeiðsfólk missa arbeiði.

Takið havnastongsilin burtur og gerið eina fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2024.

Tað fer at gagna okkum øllum best.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo