Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið:  Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar komandi skúlaár at seta í verk eina viku vetrarfrí í fólkaskúlanum, sum skal verða í viku 7 á hvørjum ári. Ætlanin er, at vetrarferian skal vera galdandi í eini royndartíð í 3 ár.

Landsstýrismaðurin hevur havt fund við Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, Kommunufelagið og Pedagogfelagið, har henda ætlan varð umrødd.

Uppskotið er nú sent út til allar skúlaleiðslur t.v.s. skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og einalærarar, umframt øll næmingaráð kring landið, soleiðis, at eisini hesi fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlanina.

Hoyringsfreistin er 6. oktober.

Hoyringsskrivið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo