Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú mugu vit gevast at júka um hótt haldføri og bara at geva ‘eldrabyrðuni skyldina’.

Løgtingið hevur, sum í flestu førum, ábyrgd av vánaligum lógum.

Sleppið pensjonistum undan hóttan um hægri aldursmark fyri pensjón.

Latið vera at skattrevsa pensjonistar fyri at vilja arbeiða og tjena mest møguligt.

Hví leggja tey gomlu í fíggjarlig høft, so teirra livistøði verður skert fyrr enn neyðugt?

Hví forða fólki yvir 67 at fylla lummar og (almennar) kassar sum mest, um tey vilja arbeiða og hava heilsuna?

Henda grein er ein roynd at hugsa borgarligt og ikki sosialistiskt um pensjónir.

Hon tekur støði í undirskotspolitikkinum hjá sitandi og oyðsl hjá fyrri samgongum.

Henda samgongan legði nú uppskot um fíggjarlóg 2024 fram við 100 mió kr í halli.

Tað er 300 mió kr lakari enn fíggjarlógin í 2023, um hon heldur.

Tvær tær síðstu samgongurnar øktu nýtsluna 2 mia kr íalt, altso 250 mió kr árliga.

Sosialistiskt skattanartl avskeplar búskap og revsar tey, ið arbeiða mest.

Heldur eldraorkan – enn eldrabyrðan
Politisk høft gera tey gomlu til eina deyðvekt í búskapinum.

Ístaðin hevði ein arbeiðseggjandi lóggáva gjørt tey gomlu til eina inntøkukeldu.

Hví ikki heldur kalla tilfeingi og lívsroyndir teirra eldru tað ‘gráa gullið’ og brúka tað?

Løgtingið skerjir enn møguleikan hjá fólki at spara saman til teirra eldru ár.

Tað var ein neyðloysn at forhondsskatta pensjónir, men neyðugt fyri at fáa ‘flatskattin.’

67 ára pensjónaldur er ein fornleivd
Danir settu í 1957 pensjónsaldurin til 67. Tað var næstan miðal livialdur tá.

Nærum annar hvør dani doyði áðrenn 67 ár, og statskassin spardi pensjónina.

Tað sama galt Føroyar.

Tá Føroyar fingu fólkapensjón, fevndi hon kanska 1.000 fólk, og danir guldu 60%.

Í dag eru vit nærum 9.000 pensjonistar. Vit liva 12 ár longur og betur enn í 1960.

Men løgtingið darvar pensjonistum at arbeiða og tjena so nógv, sum tey vilja.

Virkisfrælsið er illa skert
Løgting og Landstýri hava sjálvsagt altið viljað pensjonistum væl. Hvør vil ikki tað?

Fólkapensjónin er beinleiðis veiting, inn í landskassan ein dag og útaftur dagin eftir.

Í 2023 rindar landskassin teim 9.000 pensjonistunum uml 660 mió kr í fólkapensjón uttan samansparing í pensjónsgrunnar.

Enn hava vit tíbetur ráð til at gjalda øllum fólkapensjón. Men hvussu leingi?

Í 2033 væntast talið á pensjonistum at verða 11.000 og í 2033 heili 13.000 fólk.

Tá kostar fólkapensjónin helst yvir 1 mia kr árliga umframt aðra pensjón (AMEG?).

Nú pensjónir fyri 1,5 mió kr árliga
Men skattfíggjað fólkapensjón er ikki helvt av tí, ið pensjonistar fáa íalt hvørt ár.

Okkara 9.000 gomlu fáa í ár 650 mió kr úr AMEG, eisini skattfíggjað.

Nú síggja vit burtur frá 350 mió kr árliga í skattfíggjaðu fyritíðarpensjón til 370 fólk.

3% inngjaldið í AMEG oman á kommunu- og landsskatt tyngir skattbyrðuna.

Í triðja lagi fáa nógvir pensjonistar 280 mió kr frá Lív árliga, smbr. sáttmálar.

Inntøkan hjá okkara 9.000 pensjonistum er sostatt uml. 1,5 mia kr íalt árliga.

Hvussu brynja vit orkuna at tryggja vaksandi tali av pensjonistum inntøku frameftir?

Sum heild 2 sløg av pensjónum
Føroyar hava stórt sæð 2 sløg av pensjónum:

1) Pensjónir, beinleiðis veittar (øllum) pensjonistum um skattin, við ‘pinku’ uppsparing. (AMEG, bert 1,6 mia í stovnsfæi).

2) Pensjónir, spardar saman sum % av inntøku í trygging við rentutilskriving.

Tær skattgoldnu, beinleiðis veittu pensjónirnar eru nógv størri parturin.

Tær hótta landskassans haldføri, sum m.a. talið av pensjonistum økist, um einki verður gjørt.

Fólkapensjónin munar mest hjá teim flestu, ‘samhaldsfasta’ næst og so - eftir sáttmála - pensjónstryggingar.

Turkatrúgvin hjá fakfeløgum og politikarum á ‘samhaldsfasta’ frá uml 1970 til í dag hevur drenað og darvað persónligum tryggingum, inngoldnum við upp í t.d. 15% av lívlangari arbeiðsinntøku hjá øllum.

Løgtingið hevur nú darvað hesi lívstryggingarpensjón í at vaksa við meiri enn 9% inngjaldi av allari inntøku.

Hesi 9% verður tó hækkað upp í 12% í 2027, men má upp í minst 15% (helst 18%) skjótast gjørligt, goldið av arbeiðsgevara og løntakara saman.

Føroyar aftan fyri Danmark og Ísland
Føroyar liggja langt eftir Ísland og Danmark í samanspardum tryggingargrunnum.

Føroyar eiga í dag ‘bert’ 12 mia kr í tryggingrunnum sum Lív, t.e. 1/2 av BTÚ.

Ísland eigur lutfalsliga 4-falt meiri, 2 x BTÚ, og Danmark 5-falt meiri, 2,5 x BTÚ.

Løgtingið hevur hugsað stutt (sosialistisk) við pensjónum, og tað er nú størsta hóttan móti haldføri landskassans.

Sjálvsagt tekur ein slík samansparing við 15-18% av lønini eitt heilt arbeiðslív.

Men 9% inngjald nú er bert helvt av tí uppsparing, ið krevst til at bjarga haldførinum.

Lond við stórum tryggingargrunnum eru nógv betur fíggjarliga kjølfest enn Føroyar, her skattir og avgjøld illa fáa tíð at flóna í landskassanum.

Høvdu vit byrjað eina tryggingarskipan til pensjónir í 1970-unum, áttu vit í dag líka nógv lutfalsliga sum Ísland og Danmark í grunnum. So høvdu vit trygt haldføri í dag.

Venda gongdini her og nú
Nakrir tankar til at bjarga støðuni við pensjónum og haldføri hins almenna:

1. Haldið fyri frið skyld fast um 67 ár sum lægsta aldursmark fyri pensjón.

2. Men latið 67 ára gomul avgera, um tey vilja liva víðari bert av pensjón ella arbeiða fyri vanliga skattaða løn. (Avgerðin kann broytast seinni).

3. Um tey velja at arbeiða víðari (og tað gera 4-5.000 fólk nú í 67 - 75 ára aldur), so skulu tey kunna útseta sína pensjón men við +15% hægri pensjóns útgjaldi fyri hvørt ár, tey arbeiða eftir 67 (og ikki brúka pensjónina).

4. Henda skipan við vanliga skattaðari inntøku eftir 67 hevði givið tí ‘gráa gullinum’ høvi til at tjena sær og búskapinum 100-tals mió kr meiri árliga, enn tey sleppa nú.

5. Tá tey gevast at arbeiða, eiga hesir pensjonistar 2- ella 3-falda fólkapensjón um árið restina av lívinum.

6. Henda skipan hevði spart landskassanum 100-tals mió kr í útgoldnum pensjónum og tryggjað haldførið.

7. Til seinast: Lækkið ‘flatskattin’ úr 40% niður í 35%.

Hann hevði sum lækkingin úr 58% niður í 40% í 2012 økt arbeiðshug og inntøkur hjá øllum (eisini hjá landi og kommunum) við 100-tals mió kr árliga eftir stuttari tíð.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo