Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Hetta vikuskiftið hava íslensku reiðvenjaranir Ingibergur Árnason og Sindri Sigurdsson verið á vitjan. Teir hava fingið nógv av skafti og í dag fyriskipaðu teir fystu Gæðingakeppni kappingina her hjá okkum. At hjálpa teimum høvdu teir Jóanis í Hoygarðinum, sum er ein tann føroyski reiðmaðurin við mest altjóða royndum.

Teir tríggjir dømdu eisini kappingina í dag.

Kappingin var á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag og øll reiðfólkini ið luttóku komu frá Føroyskt Íslandsrossafelag. Kappingin var leingi sera tøtt, Heri Dahl reið fystur og var á odda líka til Gunnar Justinussen sum seinasta reiðfólk kom á vøllin - Hann og hesturin Kamban frá Húsavík kláraði seg sera væl og at enda var eingin í iva um at teir vunnu ein væl uppibornan sigur.

Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum vónar at hetta verður ein kapping sum fer at vinna frama millum reiðfólk í Føroyum, kappingin hevur nógvar fyrimunir, ið gera at tað átti at verið gjørligt hjá nógvum reiðfólkum ið vanliga ikki kappast at vera við. Men serliga gleðist formaðurin í sersambandinum um, at hann metir at hetta er ein kapping ið kann sameina reiðfeløgini enn meira, tí her kunna øll vera við á jøvnum fóti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo