Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur í dag tilnevnt nýtt stýrið fyri Húsalánsgrunnin.

Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita 5 limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár, tó soleiðis at ávikavist 3 og 2 stýrislimir vera tilnevndir hvørja ferð.

Nýggju limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur tilnevnt eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.

Nýggja stýrið er sostatt mannað soleiðis:

Teitur Samuelsen

Petur Even Djurhuus

Ingibjørg Berg

Rakul í Gerðinum

Maud Hilduberg

Landsstýriskvinnan takkar fráfarandi limunum fyri tíðina og ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo