Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

10.000 fet um dagin verður við jøvnum millumbili nevnt sum magiska talið, skalt tú halda teg sunnan.

Men nýggj kanning vísir, at færri fet geva tær eisini heilsufyrimunir.

Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum European Journal of Preventive Cardiology og verður umtalað í BBC og The Guardian.

Kanningin vísir at vandin minkar fyri hjarta- og æðrasjúkum longu við 2300 fet um dagin.

Og um tú gongur eitt sindur longri – 4000 fet um dagin – minkar tú um vandan at doyggja ”ov tíðliga”.

Hvørji eyka 1000 fet yvir tey 4000 fetini minka um vandan at doyggja ov tíðliga við 15 prosentum, sambært kanningini skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo