Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Grundað á vaksandi virksemi hjá Tórshavnar Kvøldskúla er enn einaferð neyðugt við nýggjari tilmeldingarskipan. Tilmeldingin er opin til sunnudagin 3. september. Tó er freistin til várskeiðini, sum byrja í 2024, tann 1. november 2023.

Brúkaravegleiðing - soleiðis teknar tú teg til skeiðini
Tilmelding fer fram á nýggju heimasíðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Tú teknar teg við at trýsta á ynsktu lærugreinina. Lærugreinin verður síðani løgd í eina kurv. Til ber at leggja fleiri skeið í somu kurv. Tá hetta er gjørt, verður tú biðin um at skráseta teg sum brúkara og sum gjaldara og upplýsa navn, p-tal, bústað, telefonnummar og teldupost, og so verður tilmeldingin skrásett.

Allar tilmeldingar eru persónligar og bindandi.

Er næmingurin undir 18 ár, skal avvarðandi/verji skrásetast sum gjaldari saman við næminginum.

Gev gætur, at tilmeldingin er ikki endalig, fyrr enn brúkarin hevur rindað fyri skeiðið. Teldupostur við gjaldsleinkju verður sendur, tá ið skeiðið verður stovnað. Næmingagjaldið skal rindast beinanvegin.

Tað kann taka nakrar dagar ella vikur, áðrenn næmingurin fær teldupostin við gjaldsleinkju. Kvøldskúlin sær í skipanini, at brúkarin hevur teknað seg, og tí nýtist brúkaranum ikki at óttast fyri tilmeldingini.

Kvøldskúlin heitir á allar brúkarar um at kanna eftir, at telduposturin við gjaldsleinkjuni ikki endar í »óynsktum telduposti« (spam).

Heimasíðan hjá Kvøldskúlanum (kvoldskulin.fo)

Tilmelding í tveimum
Seinastu árini hava trupulleikar verið við tilmeldingarskipanini hjá Tórshavnar Kvøldskúla, tí trýstið hevur verið ov stórt. Hetta verður nú bøtt um.

Tilmeldingin byrjar mánadagin 28. august og verður í tveimum. Tann fyrra klokkan 18 og hin seinna klokkan 20.

Í faldaranum á síðu 3 sæst yvirlit yvir, nær til ber at tilmelda til ynsktu lærugrein/lærugreinir. Faldarin er teldutøkur á kvoldskulin.fo

Tilmeldingin er opin til sunnudagin 3. september. Tó er freistin til várskeiðini, sum byrja í 2024, tann 1. november 2023.

Nær fær næmingurin boð um at byrja á skeiðnum
Tá ið tilmeldingin er endað og skeiðini flokkað, setur undirvísarin seg í sambandi við næmingin og kunnar um, nær skeiðið byrjar. Tí er ikki neyðugt hjá næminginum at gera meira, tá ið tilmeldingin er skrásett.

Gev gætur: Tilmelding fer einans fram á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum. Tað ber ikki til at tekna seg við at ringja, senda teldupost ella vanligan post.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo