Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú verður fíggjarlógin fyri 2023 skjótt endaliga samtykt, og til ein komandi Vestmannatunnil er 1 millión sett av. Hendan milliónin skal nýtast til at gera jarðfrøðisligu kanningarnar endaliga lidnar. Men tær kanningar sum Landsverk/Jarðfeingi er í gongd við, er ein linjuføring sum eitur Vestmanna - Kvívík.

Lat okkum nú minnast til, tað eru vestmenningar sum vilja hava nýggja farleið úr bygdini, og ikki kvívíkingar. Tað er bert ein minimalur partur av vestmenningum sum ynskja linjuføringina til Kvívíkar. Vestmenningar vilja hava ein tunnil, sum er úr Vestmanna og til rundkoyringina í Leynum. Við hesari loysn er farleiðin til og úr Vestmanna tryggjað fleiri ættarlið fram í tíðina. Alt annað verður bert ein sokallað "lappaloysn", og tað er eingin áhugaður í.

Vónandi verður lurta eftir tí ið fólki í økinum vil, og at man hevur lært av øðrum tunnilsætlanum sum td. í Hvalba, har rætta loysnin tíbetur at enda varð vald, eftir trýsti frá brúkarunum. Spurningurin er nú, um tær milliónir sum higartil eru brúktar til tær jarfrøðisligu kanningarnar eru nýttar skilagott? ...... her má svarið eftir míni meting verða nei, tí hatta er jú IKKI tann linjuføringin sum helst um nøkur fá ár verður veruleiki.

Ístaðin fyri fyrst at hava kanna og staðfest hvat í brúkarin ynskir, og síðani gera hesar dýru kanningarnar, so hevur man gjørt beint tað øvugta. Man er fyrst farin at gera kanningar, og hevur brúkt milliónir av krónum, men meinigi brúkarin á farleiðini er enn ikki spurdur, um hetta er tað tey ynskja. Arbeiðs uppgávan sum Jarðfeingi nú í stundini má fara í gongd við, er at gera eina nýggja og endaliga rapport, har linjan er Vestmanna - Leynar.

Hetta so, at tað ikki kemur at seinka tunnilsætlanini. Kundu eisini hugsa mær at vita hvar boðini til Landsverk og Jarðfangi, um at gerða kanningar á hasum strekki, eru komnar frá? Tí má sum skjótast skjalfestast at linjan er millum Vestmanna og Leynar, so handan milliónin verður brúkt at kanna í tí økinum.

Stóri spurningurin her at enda er so, er 1 millión nokk at gera eina nýggja jarðfrøðisliga rapport? Eg vænti ikki. Eg vil tí eisini heita á Fíggjarnevndina, um at hækka upphæddina fyri 2023, so at nýggj jarðfrøðislig rapport kann gerðast sum skjótast.

Marner Joensen
Heygatún 8
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo