Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Kommuna: Nýggja ljósskipanin á Ovara vølli er nú tikin í nýtslu. Ljósskipanin lýkur krøvini Fótbóltssamband Føroya setur í Vallarreglugerðini 2022 til ljósskipanir á vøllum til dystir í Betri-deildini.

Á Ovara vølli hevur umsitingin hjá kommununi saman við veitarum og ráðgevum arbeitt við, eisini at tryggja, at ljósdálkingin til grannalagið verður avmarkað. Nýggja ljósskipanin lýkur tí EU-standardin DS/EN12193 fyri ljósdálking við “Sportbelysing”.

Ljósskipanin, útgerð og stýringsskipan til hesa, er veitt av donsku fyritøkuni NorthLED Aps. Uppsetingin av ljósskipanini, umframt annað elarbeiði, er veitt av Tummasi Eli Hansen EL-innleggjara. MEST hevur veitt og tilevnað stálið.

Ráðgeving í sambandi við el-innleggingar og eftirkanningar av mastrum v.m. er gjørt av LBF, ráðgevandi verkfrøðingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo