Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er komið óvart á Føroya Banka, at FE hevur gjørt nýggja meting, sum áleggur bankanum at hava meira av kapitali, uttan at hoyra sjónarmið bankans, sigur forstjórin Turið Arge

Ein nýggj meting hjá Fíggjareftirlitinum kann merkja, at bankar í Føroyum og Grønlandi skulu brúka meira kapital til útlán við veð í fastogn.

Hetta er komið óvart á fleiri bankar, og Fíggjareftirlitið ásannar mistøk í tilgongdini.

Turið Arge í Føroya Banka og Martin Kviesgaard í Grønlandsbanken úttala seg atfinningarsamt um niðurstøðuna hjá eftirlitinum, sum tey vænta fær avleiðingar, um hon ikki verður broytt, skrivar FinansWatch.

Metingin hjá danska Fíggjareftirlitinum vekur undran hjá Johnny í Grótinum, námslektara á Setrinum og limur í Búskaparráðnum.

- Danska fíggjareftirlitið er jú ovasti myndugleiki á økinum fyri øll trý londini undir einum. Tað tykist tí undarligt, at mann ger hesa metingina fyri Grønland og Føroyar, men framvegis sær danska marknaðin sum ein samlaðan marknað, hóast mann saktans kann argumentera fyri, at fastognarmarknaðurin á Lollandi kanska heldur ikki er so búgvin, uttan at donsku bankarnir nýtast at seta meira kapital av fyri tað, sigur Johnny í Grótinum við FinansWatch.

Greinin krevur hald (ókeypis í 14 dagar) og kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo