Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

(frá vinstru): Alexandur Johansen, Simona Paula á Fríðriksmørk, Ann Berg Christensen, Egi Gothard Danielsen, Suni Ernstsson, Ólavur í Geil, Sára Mrdalo, Rúni Rasmussen

StÍF: StÍF hevði árliga aðalfund týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum.

Uppmøtingin var góð, á leið 40 fólk.

Nevndarval var á skrá.

Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.

Gleðiligt var, at fleiri valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum. Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur. Nevndin telur nú sjey limir. Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg.

Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.

Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur

Nýggja nevndin er farin til verka og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo