Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í.S.F: Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti, at ÍSF skal húsast omaná Fimi í Gundadali, og á aðalfundinum leygarmorgunin varð avgerð tikin um, at nýggja ÍSF húsið skal staðsetast har.

Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum.

- Eg síggi fyri mær, at nýggja ÍSF húsið skal vera eitt livandi hús, segði Elin H. Joensen, ÍSF forseti, millum annað í forsetafrágreiðing síni.

- Ætlanin er, at nýggja ÍSF húsið skal verða eitt opið og livandi hús, serliga fyri sambondini, við møguleika fyri samstarvi, fundum, skeiðsvirksemi og sparring - men tað skal eisini vea opið fyri almenningin.

Forsetin í ÍSF greiddi frá, at avgerð eisini er tikin um, at eitt føroyskt ítróttasavn skal verða partur av byggingini.

- ÍSF eigur nógvar forvitnisligar lutir, sum í løtuni ikki koma til sín rætt, tí vit ikki hava umstøður at vísa teir fram. Á ítróttafagnaðinum 2020 fingu vit enn ein forvitnisligan lut til savnið. Tað var Føroya fyrsti startrevolvari, ið Poul E. Petersen, fyrsti forseti í ÍSF, fekk frá eingilskmonnum - og sum hann hevði við sær kring landið til kappingar av ymsum slagi. 

Í løtuni húsast ÍSF á Frælsinum, og har verður skrivstovan, inntil nýggja húsið verður klárt. 

Nú meirluti leygarmorgunin atkvøddi fyri at halda fram við arbeiðinum, verður farið undir at fyrireika byggingina.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo