Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Endiliga kunnu vit aftur skipa fyri renning og guðstænastu nýggjársdag, har vit øll kunnu koma í gongd við at røra okkum og koma í kirkju, og hví ikki byrja fyrsta dagin í árinum?

Nýggjársdag kl. 14 skipa ítrottarfelagið Frælsi og Vága prestagjald fyri árligu nýggjársrenningini.

Í ár verður runnið ella gingið frá Sørvágs kirkju til Bíggjar kirkju, ella frá Bíggjar kirkju og heim til Breiðánna og aftur til kirkjuna.

Guðstænasta verður í Bíggjar kirkju kl. 15. Um tit koma í bili, vinaliga setið bilin á parkeringsplássið við innkomuvegin til Bíggjar bygd.

Tiltakið er ókeypis. Vit bjóða frukt og vatn, tá komið er á mál.

Vága prestagjald og ítrottafelagið Frælsi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo