Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ætlanin er at seta ein nýggjan landsliðsvenjara í fyrru hálvu av januar 2020.

Hetta segði Christian F. Andreasen, formaður í Fótbóltssambandinum, í samrøðu við FM1 í dag.

- Brutto-listin var yvir 50 nøvn. Nú hava vit sorterað frá, og vit eru nú komin niður á eitt tal av venjarum, sum kann teljast á einari hond. So nú eru vit farin í gongd við seinasta partin av útveljingini, og vit nærkast nú eini avgerð, segði Christian F. Andreasen.

Nýggi landsliðsvenjarin skal taka yvir eftir Lars Olsen, sum takkaði fyri seg í november í ár eftir átta ár sum venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

Hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði við FSF-forsetan, her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo