Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík.

Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.

29 ára gamli Vladimir Hamitevici er nú skrásettur á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag á heimasíðu Talvsambandsins. Stórmeistarin rør út við Norðsøka, og hevur fyribils fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum til desember 2021. Hamitevici verður ætlandi virkin í felagslívinum í Klaksvík, og fer at telva við í landskappingini, tá ið tað liggur fyri. Eingin ivi er um, at við einum stórmeistara á 1. borði, fer Klaksvíkar Talvfelag at bjóða havnarmonnum og vágamonnum av í stríðnum um FM-heitið í talvi.

Vladimir Hamitevici var síðsta vikuskiftið við í talvkappingini Rókur Open norðuri á Eiði. Har endaði hann fremstur saman við brøðrunum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen. Tretivu telvarar kappaðust í hesari sættu grand prix stevnuni í hesum kappingarárinum.

Endaspurturin nærkast
Í morgin sunnudagin verður telvað í øllum deildum í landskappingini. Oddaliðini telva bæði í Finsen í Havn. Sandavágs Talvfelag hevur dyst móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini. A-liðið hjá Havnini hevur dyst móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Havnar Telvingarfelag er nú flutt inn í nýggju felagshølini á ovastu hædd á Finsen - gomlu sangstovuni í Kommunuskúlanum. Triði dysturin í 1. deild stendur millum Klaksvík og Kollafjørð í felagshølunum "Skákinum" á Akursmørk í Klaksvík. Allir dystir byrja klokkan 14.00 sunnudagin.

Vágamenn eru í løtuni hálvtannað stig undan havnarmonnum í oddanum í 1. deild. Fýra umfør eru eftir í landskappingini. Tíggjunda og seinasta umfar er 13. mars.

Støðan í 1. deild

1. Sandavágur 16½ stig

2. Havnin 15

3. Klaksvík 12

4. Klaksvík B 10

5. Havnin B 9½

6. Kollafjørður 9 stig

7 umfar (7. februar)

Havnin B - Sandavágur

Havnin A - Klaksvík B

Klaksvík A - Kollafjørður

2. deild

Í 2. deild eru seks lið. Vestmanna Talvfelag er á odda og tykist hava beina kós upp aftur í 1. deild.

7 umfar (7. februar)

Vestmanna - Klaksvík

Runavík - Havnin

Kollafjørður - Sandavágur

Støðan í toppinum

1. Vestmanna 18½ stig

2. Klaksvík 13

3. Kollafjørður 12½

Hinar deildirnar
Í 3. deild eru tólv lið. Tey vórðu eftir ársskiftið skift sundur í eina A-deild og eina B-deild. Liðini í A-deildini kappast um uppflyting. Tey seks liðini í A-deildini eru Rókur úr Sundalagnum, sum hevur tvey lið, Vestmanna, Kollafjørður, Toftir og Sandavágur.

Í unglingadeildini eru eisini seks lið. Har er Havnar Telvingarfelag á odda. Her er vert at nevna, at annað av liðunum hjá Sandavágs Talvfelag er mannað við gentum burturav.

Føroyski toppurin
Í Føroyum eru í løtuni slakir 300 virknir telvarar skrásettir í teimum níggju feløgunum, sum kappast í landskappingini. Nýggjastu styrkitølini hjá føroysku telvarunum síggjast á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum FIDE. Tølini eru dagførd nú í februar.

Fimtan teir bestu eru hesir:

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2535

2. FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2387

3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2354

4. IM John Arni Nilssen, ST 2331

5. IM John Rødgaard, VT 2319

6. FM Martin Poulsen, HT 2281

7. FM Olaf Berg, HT 2231

8. FM Flóvin Tór Næs, HT 2209

9. Bogi Ziska, TT 2198

10. Ólavur Simonsen, KTF 2186

11. Luitjen Akselsson Apol, HT 2179

12. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2179

13. Eyðun Nolsøe, KTF 2173

14. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2167

15. Torkil Nielsen, ST 2141

Á nýggja FIDE-styrkilistanum eru Føroyar nummar 77 av teimum 165 limalondunum í altjóða talvsamgonguni. Ikki so galið hjá einari av smæstu tjóðunum í altjóða talvfelagsskapinum. Russland er nummar 1, USA nummar 2 og Kina nummar 3.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo