Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eysturkommuna: Í morgun byrjaði so arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á Sarpugerði.

Tað er Ide Møblar, sum er veitari av vøllinum. Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vallir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan.

Arbeiðið at leggja vøllin á, tykist ganga væl og  væntast verður at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo