Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini, og nú er gongd sett á fyrireikingarnar av nýggjum skipi at sigla millum Kalsoynna og Klaksvík. Í ár eru 3 mió. kr. játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar 3 milliónir í 2024.

Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis at kjølurin til nýggja Kalsoyarskipið kann strekkjast fyrst í 2025, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv fólk hava strandfaraskipini avgerandi týdning. Tí skulu nýggj skip byggjast, samstundis sum landsstýrið arbeiðir miðvíst við at økja um túratalið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Væntandi fer tað at taka eini 2 ár at byggja nýggja Kalsoyarskipið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo