Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Joe & The Shitboys: Í dag geva Joe & The Shitboys út fyrsta staklag sítt í 2019. Heiti á lagnum er ”Drugs R’4 Kidz”, og snýr lagið seg um hvussu býtt og barnsligt tað er, at taka rúsandi evni.

Sangurin er í veruleikanum ein anti-rúsevnis sangur. Sum við øllum løgunum hjá bólkinum, bleiv lagið skrivað, vant og upptikið uppá bert ein tíma.

Eisini hevur bólkurin framleitt eina tilhoyrandi video. Upptøka og animasjón er alt gjørt av bólkinum sjálvum.

Hetta fyrsta staklagið av komandi útgávuni hjá bólkinum. Talan er um eitt album við 10 løgum, ið verður útgivið á sjey-tumma plátu seinni í ár. Um ein ynskir at hoyra útgávuna áðrenn hon er útgivin, er júst ein møguleiki til tín. Pláta nr. 1/150 er nemmuligani goymd onkustaðni her í landinum. Einasti møguleiki fyri at finna hana er, at loysa eina gátu, ið er at finna í videolagnum.

Joe & The Shitboys eru:
Joe á sang
Siggy Shit á gittar og kór
Sammy Shit á bass og kór
Johnny Shit á trummir og kór

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo