Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar.

Alfred Petersen heldur fram sum formaður, og eru hinir limirnir í ráðnum Arnfinn Bech, Berit Hovsgarð, Stefan í Skorini, Annfinnur Garðalíð, Gunnbjørn Joensen og Hans Johannes á Brúgv.

Maritima Útbúgvingarráðið skal sambært lóg um útbúgving av manning á skipum veita landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar.

Á setanarfundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum heilsaði landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, upp á limir og varalimir í nýggja Maritima Útbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin fegnast um, at Maritima Útbúgvingarráðið, sum umboðar bæði vinnu og fakfeløg, kann veita eina breiða og fakliga holla ráðgeving.

Hetta er eitt øki við stórum týdningi fyri Føroyar. Tað er umráðandi, at maritimu útbúgvingarnar støðugt fylgja við altjóða krøvum og tí menning, sum er millum annað innan tøkni og grøna orkuskiftið. Samgonguskjalið raðfestir maritimu útbúgvingarnar høgt, og tí er gleðiligt, at bæði vinna og fakfeløg vilja taka lógvatak saman og lyfta hesa týðandi uppgávu saman við undirvísingarverkinum.

Maritima Útbúgvingarráðið er mannað soleiðis:

Alfred Petersen, formaður

Maskinmeistarafelagið

Arnfinn Bech, limur    Regin M. Olsen, varalimur

SEV

Berit Hovsgarð, limur   Magnus K. Magnussen, varalimur

Føroya Reiðarafelag

Stefan í Skorini, limur, limur   Jógvan Jespersen, varalimur

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, limur   Kristian Oskar Hendriksen, varalimur

Føroya Arbeiðsgevarafelag

og Reiðarafelagið fyri farmaskip

Gunnbjørn Joensen, limur   Jórun Gardar, varalimur

Sjóvinnustýrið

Hans Johannes á Brúgv, limur  Anly Sandberg Petersen, varalimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo