Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Týsdagin endaði poppstjørnan Rihanna í nakað av einum ódnarveðri, tá eitt, at síggja til, ókyldugt “dáma” á Instagram varð tulkað sum nakað heilt annað og meira. Hetta skrivar Vouge og fleiri aðrir altjóða miðlar. 

Rihanna trýsti á “dáma” undir eini mynd, men hon gloymdi bara at lesa tekstin fyrst.

28 ára gamla poppstjørnan er í ár nominerað til heilar átta Grammy vinningar, sum metist sum tað fínasta innan tónleikaheimin. Og eftir tíðindini týsdagin, vóru fleiri av hennara fjepparum skjótir at leggja myndir út á sosialu miðlarnar við tillukkuynskjum til teirra stóru fyrimynd.

Ein av hennara fjepparum legði hetta inn í Instagramsíðuna hjá Rihanna “@badgalriri”:

'Tillukku til @badgalriri við hennara átta Grammy-nomeringum, men fyri at vera erlig, fuck teimum, tí tey hava snýtt hana fyri “Ársins sang” og “Ársins album”. Víðari skrivaði hesin fjepparin, at hon var vís í, at Grammy-akademiið ikki hevur nominerað Rihannu til fleiri vinningar, tí akademiið ikki ynskti at Rihanna skal fáa fleiri innstillingar enn “ein onnur”.

Tilvíst verður skilliga til Beyoncé, sum hevur fingið níggju nomineringar til hennara seinastu fløgu “Lemonade”.

Hetta bleiv so lagt út sum, at Rihanna tók undir við hesum orðunum og hevði góðtikið útsøgnina, og tað útloysti so ein storm av alskyns útsøgnum og skeldi á sosialu miðlunum og í tíðinaheiminum, skrivar BT.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo