Í gjár varð ódnin Lee uppstigað til eina kategori 5-ódn og er vindferðin í løtuni 266 kilometer um tíman, sum svarar til 75 metur per sekund.
Ódnin Lee er í løtuni langt úr landi, men hetta er fyrstu ferð, at øll sjey sokallaðu "orkanbassinini" hava skapt kategori 5-ódnir sama ár síðani byrjað var at skráseta tropiskar cyklonir, skrivar TV 2.
For the first time in recorded history, all seven official tropical cyclone basins have produced a Category 5 storm in the same year. *2023*
— Nahel Belgherze (@WxNB_) September 8, 2023
What a crazy year it has been so far… pic.twitter.com/ltb9Avjg0W
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo