Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á myndini sæst umstrídda støðan, tá bólturin verður spældur vid bringuni til ein leysan HB leikara. MYND: TV.fo

Á myndini sæst umstrídda støðan, tá bólturin verður spældur vid bringuni til ein leysan HB leikara. MYND: TV.fo

Á myndini sæst umstrídda støðan, tá bólturin verður spældur vid bringuni til ein leysan HB leikara. MYND: TV.fo

Dysturin í Gundadali í gjár millum HB og 07Vestur fekk ein dramatiskan enda.

Tá vanliga leiktíðin var farin var HB á odda 2-1, men ein minutt inni í yvirtíðini javnaði talvmeistarin Høgni E. Nielsen við vøkrum langskoti.

Tveir minuttir seinni dømir dómarin mál til HB og fagnaðurin millum HB leikarar var stórur.

Men eftir at hava tosað við linjuverjan kolldømdi dómarin málið og sekundir seinni bríkslaði hann dystin av.

2-2 varð endaliga úrslitið.

Eftir at dysturin var av fekk HB málverjin reytt kort fyri at vísa sína ónøgd.

Umstrídda støðan kom, tá HB í seinasta minutti fekk fríspark í vinstru síðu.

Bólturin varð sendur inn í brotsteigin har ein HB leikari spælir bóltin við bringuni til ein frían HBara.

Fyrsta skotroyndin varð bjargað men Pætur Petersen setti returbóltin í málið.

Pætur var avgjørt ikki offside, men fyrra skotroyndin hjá HB tykist vera offside.

Á myndini sæst umstrídda støðan, tá bólturin verður spældur vid bringuni til ein leysan HB leikara.

Alt bendir á, at avgerðin hjá linjuverja og dómara at kolldøma málið var røtt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo