Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum
Evni: Óhóskandi umstøðurnar í Fjálgulon

Spurningar:
1. Heldur landsstýriskvinnan, at umstøðurnar í Fjálgulon eru nøktandi fyri búfólk og starvsfólk?

2. Hví er arbeiðið at umvæla Fjálgulon ikki farið ígongd?

3. Nær verður farið undir arbeiðið, og nær kann arbeiðið væntast liðugt?

4. Hvørjar umvælingar og ábøtur er ætlanin at gera í Fjálgulon?

5. Eru pengar tøkir til umvælingararbeiðið?

6. Hvørjar eru ætlanirnar annars fyri tey eldru sálarsjúku, sum búgva í Fjálgulon?

Viðmerkingar:
Løgtingsins umboðsmaður staðfesti á eftirlitsvitjan í mars 2020, at sambýlinum Fjálgulon tørvar umfatandi dagføringar fyri at vera egnað og tíðarhóskandi sum sambýli hjá eldri fólki.

Tað varð millum annað víst á, at hølini eru slitin, og búfólkini, sum nú eru átta í tali, einans hava atgongd til tvey felags baðirúm.

Løgtingsins umboðsmaður kom til ta niðurstøðu í mars 2020, at sambýlið bert kann virka sum fyribils loysn, og at tað eigur at verða arbeitt við at fáa nútíðarhóskandi búumstøður til hendan bólkin av sálarsjúkum.

Tað eru skjótt trý ár og seks mánaðir síðan, at Løgtingsins umboðsmaður var á eftirlitsvitjan har.

Tað var gott og neyðugt, at bygningurin á Eirargarði 16 varð umvældur, so bøtt varð um karmarnar hjá búfólkum og starvsfólkum. Tað arbeiðið var liðugt í summar.

Eftir ætlan skuldi farast undir umvælingararbeiðið í Fjálgulon eftir tað, men sum skilst er stígur komin í arbeiðið.

Hesin spurningurin verður reistur fyri at fáa greiðu á, hvør orsøkin er, og hvørjar ætlanirnar annars eru.

Á Løgtingi, 21. august 2023
Uni Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo