Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leiðslan í Lív hevði fleiri gleðilig tíðindi at bera á seinasta Umboðsráðsfundi: Betri avkast og lægri umsitingarkostnaður til okkum 30.000 kundar í Lív. Men tann dýri drongurin, Globetracker, hongur enn í leysum lofti.

Ein pokerspælari situr nakað einsamallur við pokerborðið.

Hann hevur mist allar pengarnar.

Heldur enn at gera sum fleiri av vinmonnunum og viðurkenna, at pengarnir eru mistir og stinga í sekkin, so fer pokerspælarin í lumman eftir fleiri pengum at leggja á borðið í eini ráðaleysari vón at vinna tað mista aftur....

Hendan myndin kom fram, tá eg herfyri las greinina, sum Frihedsbrevet hevði um Globe Tracker, sum Lív noktar at sleppa og lata sigla sín egna sjógv.

Og tað er ein avbjóðing. Tí pengarnir, sum liggja á borðinum, er partur av pensjónsuppsparingini hjá 30.000 føroyingum, ið eru kundar hjá Lív. Pengar, sum annars helst skuldu forrentað trygt og væl og ikki liggja leysir í lummanum á einum, sum er farin á kasino.

Eitt bløðandi felag
Tankin við Globe Tracker er annars góður.

Lív, sum annars hevur fingið skotið í skógvarnar at gera ov nógvar íløgur uttanlands, hevur her fingið eygað á eitt føroyskt íverksetarafelag við potentiale, og sum tað nú eigur 40 % í.

Í stuttum mennir Globe Tracker tøkni, sum ger tað møguligt at fjarstýra viðurskiftini í bingjum. Og tað er eisini eydnast at selja tankan til fleiri av stóru flutningsfeløgunum, sum hava tikið tøknina í nýtslu. Tøknin er sett í fleiri enn 200.000 bingjur, sum standa kring heimin.

Trupulleikin er bara, at tað er ikki nóg mikið hjá felagnum, hvørs uppstartur hevur verið drúgvur, dýrur og kaotiskur. Globe Tracker, sum byrjaði sum eitt smápartafelag, hevur bløtt eginpening síðani 2011.

Og hóast Lív við sínum 40 prosentum av eigaraskapinum og hinir eigararnir í fleiri førum hava givið felagnum nýtt blóð - yvir 200 milliónir krónir - er bløðingin ikki steðgað. Í fjør hevði Globe Tracker 42 milliónir í halli, og eginpeningurin er aftur at kalla horvin.

Ósvaraðir spurningar
Tað er annars ikki óvanligt, at eitt íverksetarafelag koyrir við undirskoti tey fyrstu árini, so leingi tú hevur eina greiða langtíðarstrategi, har hall verður til yvirskot.

Men í hesum førum tykist strategiin at vera torfør at fáa eyga á. Eitt felag, sum koyrir við undirskoti í 12 ár - sum í fleiri førum hevur havt tørvi á kapitalinnspræning -  har íleggjarar eru komnir og farnir frá borðinum við tí úrsliti, at nevnd og stjórar eru útskift fleiri ferðir - tað virkar ikki sum eitt felag í tryggari legu - tað virkar kaotiskt.

Kærlighed gør blind. Og leiðslan í Lív hevur onkursvegna start seg blinda í hetta bløðandi felagið, hvørs roknskapur er alt annað enn penur.

Og eftir standa nakrir ósvaraðir spurningar: Hvussu nógvar milliónir hevur Globe Tracker-ævintýrið kostað kundunum hjá Lív ? Kann hugsast, at Lív setir fleiri pengar í, tá kassin aftur er tómur? Hvat ætlar Lív við Globe Tracker? Nær vendir skútan?

Í eini vón at fáa hesar spurningar svaraðar, bað eg formansskapin í Umboðsráðnum seta Globetracker á skrá og fáa leiðsluna at greiða frá viðurskiftunum til næstan umboðsráðsfund.

Tann fundurin var á Hotel Hilton hósdagin í í síðstu viku.

Gleðilig tíðindi til kundan
Fundurin var annars góður. Leiðslan tykist hava lurtað eftir ynskjunum, sum nøkur av okkum í Umboðsráðnum hava borið fram, og hevði fleiri gleðilig tíðindi at bera:

- Hálvársúrslitið var útvið 8 milliónir krónur og harvið meir enn tvífalt so gott sum sama tíðarskeið í fjør.

 - Íløguavkastið er loksins komið á hædd við tað, sum donsku eftirlønarfeløgini kunnu vísa á.

 - Meðan alt annað í samfelagnum er dýrkað, so hevur Lív lækkað umsitingarkostnaðin, sum merkir, at miðal kundin sparir umleið 680 krónur um árið.

- Arbeiðið at gera ein serligan ”grønan” íløguprofil afturat hinum verandi fýra profilunum er farið í gongd. Tað merkir, at kundin í størri mun kann velja at seta sína uppsparing í umhvørvisvinarligar, burðardyggar og etiskar íløgur.

Hetta er samanlagt stór framstig, sum koma øllum 30.000 føroyingunum til gagns, og leiðsla og nevnd skulu hava rós uppiborið fyri at hava framt hetta í verki.

Leiðslan fevnd av tagnaðarskyldu
Men so var tað líka Globe Tracker, sum misprýddi myndina eitt sindur.

Tí har var lítið nýtt at frætta á fundinum. Tað var eisini væntandi og skiljandi. Tí tað er eyðsæð, at ein leiðsla í stóran mun er fevnd av tagnaðarskyldu og tí ikki kann avdúka privat viðurskifti í einum felagi, sum kappast við onnur felag. Tað hevði ikki gagnað nøkrum.

Kortini var tað gleðiligt, at bæði nevndarformaðurin í Lív, Høgni Olsen, og stjórin í Lív, Jan Jakobsen (sum eisini er nýggjur nevndarformaður í Globe Tracker) tóku sær stundir til at lurta eftir spurningunum og greiða frá eftir førimuni.

Teir vildu ikki siga, hvussu nógv Lív hevur sett í Globetracker; men generelt varð sagt, at felagið liggur í íløgubólkinum ”Private Equity”, sum kann mynda upp til 7,5 prosent av samlaðu íløgunum hjá Lív. Bólkurin hevur eitt langtíðar væntað avkast uppá sløk 10 prosent - sum er lutfalsliga høgt avkast, og tí er váðin tilsvarandi høgur.

Korona spilti spælið
Leiðslan greiddi somuleiðis frá, at korona-farsóttin gav felagnum eina stóra avbjóðing, tí torført var at fáa fatur á neyðugu komponentum, sum skulu nýtast til bingjurnar.

Leiðslan viðurkendi, at onnur feløg eisini bjóða fram líknandi loysnir til bingjur; men hon legði áherðslu á, at Globe Tracker hevur eina nógv betri loysn enn kappingarneytarnir.

Eisini varð kunnað um, at Lív og hinir partaeigararnir í Globe Tracker í eini tíð hava verið í samskifti við møguligar samstarvsfelagar um at gerast partur av felagnum og vera við til at lyfta felagið longur upp. Harvið fer Lív helst at minka um sín ognarlut í Globe Tracker.

At enda varð leiðslan spurd, um kundin í Lív kann vænta at fáa pengarnar aftur, sum Lív hevur sett í Globe Tracker. Leiðslan var ivaleys: Tað væntaði hon.

Eg velji at taka leiðsluna upp á orðið. Eg kann ikki annað.

Finnur Koba
umboðsráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo